Hermundur í Mortanstovu 70 ár

Mánadagin 22. august verð­ur Hermundur Zachariassen á Argjum 70 ár. Hann er sonur Annilenu f. Tausen úr Runavík, og Jákup Zacharias­sen, í Mortanstovu, í Norðragøtu. Børnini hava skrivað Hermundi eina heilsan. Her skal sum minst endurtakast av tí, sum tey greiða frá. Hermundur er ein ímynd av søguni hjá deyvum í Føroyum og skal verða trivið eitt sindur í hetta. Tey eru sjey systkin, og av hesum eru tey fimm deyv. Hermundur er tann elsti av teimum fimm. Fýra teirra, Hermundur, Marni og tvíburarnir Arnbjørg og Hallbjørg, máttu fara til Danmarkar í deyvaskúla sum børn, meðan tann yngsti, Jan, slapp á specialskúlan í Havn. Tað eydnaðist nevniliga pápanum at fáa sannført politiska myndugleikan, í Gøtu var hetta Jákup Frederik Øregaard løgtingsmaður í nærum 40 ár, um, at neyðugt var við skúla fyri deyv í Føroyum, og tí slapp Jan undan at fara av landinum. Tað er ringt at ímynda sær, hvussu stórt brek tað er at vera deyvur. Tað er einki í vegin fyri hjá deyvum at tosa. Men meðan vit onnur læra tað av tí, sum vit hoyra, hava deyv ikki hendan møguleikan. Tí eru tey eisini avmarkað á tí økinum. Hermundur dugur sera væl at greiða frá, og hann hevur í bókini “Søgan um hini” greitt frá, hvussu hann sum smádrongur upplivdi hetta ikki at hoyra, og hvussu hann hóast alt kundi samskifta. Hann skrivaði: ”Tá ið eg var lítil, tosaðu foreldur míni við meg á heimagjørdum teknmáli. Tað bar væl til at peika á lutir og persónar, men sjálv­andi bar ikki til at gera hugs­anir og spurningar á henda hátt. Men vit skiltu tó hvønn annan heilt væl. Nógv av børnun-um, sum vit spældu við, dugdu eisini at brúka hetta heimagjørda tekn-málið. Eg fór í skúla sum hinir dreingirnir. Eg fekk tó ikki so nógv við, men eg lærdi at skriva stavirnar. Eg minnist so væl, tá ið eg og beiggi mín Marni skuldu til Danmarkar at ganga í skúla. Ein dagin bað pápi meg koma við, so skuldi hann vísa mær havið. Hann peikaði út á havið og segði: “Tú skalt langt, langt út við skipi”. Eg hugdi út yvir havið og hugsaði: ”Tað var løgið, hvat mundi vera har aftanfyri.” Vit fóru báðir niður í senn. Tann fyrsta dagin fylgdi ein kona okkum til deyvaskúlan í Keypmannahavn. Vit sóu ein heilan hóp av børnum, ið gingu og veip­aðu við ørmunum. Vit stóðu púra forfardir og skiltu ikki petti av nøkrum. Men vit fingu so okkara dagligu gongd her og vuksu upp saman við nógvum deyvum. Seinni vórðu vit fluttir á skúlan í Fredericia. Tvær ferðir árliga sluppu vit heim til foreldrini, í summar- og jólafrí. Vit gleddu okkum ómetaliga nógv til heimkomurnar, og vit vóru alspentir hvørja ferð. Men sorgin var stór hvørja ferð, vit skuldu av­staðaftur, tá runnu nógv tár. Tá ið eg var liðugur á skúlanum, gekk eg við posti í heimbygdini eina tíð. Men mamma mátti greiða mær frá, hvør var hvør, tað var eitt rættiligt stríð. Vit gjørdu eitt tekn fyri hvørt fólkið: Ein hevði brillur, ein skeitti, ein var tjúkkur ella klænur, ballaði ella roykti pípu, ein hevði stórt skegg o.s.fr. Skjótt gekk tó til eg visti hvør átti postin.” Hermundur hevur gjørt nógv fyri at kunna um viðurskiftuni hjá deyvum millum annað í skúlum. Tað verður sagt, at hansara kropsmál og mimikkir eru so livandi, at tað ber til at skilja hann uttan at nýta teknmál. Vit kennast frá Norðragøtu. Lutvíst eru vit grannar, og so eru vit eisini skyldmenn við felags røtur yvir á Skipanes. Tað skal sigast, at Mortanstova var eitt einastandandi hús. Omma Hermund var Marin, sum var ein framúr kvinna á mongum økjum. Tað sama var galdandi fyri Zacharias, sum doyði uppá seg ungur, og sum tey fægstu minnast í dag. Eisini kann tað sama sigast um foreldrini hjá Hermundi, sum høvdu eitt sera tætt tilknýti til okkum í Tjørnustovu, og sum vit framvegis minnast við takksemi. Tað verður greitt meira frá teimum í Mortanstovu í komandi Keraldi hjá Fornminnisfelagnum á Glyvrum. Foreldrini megnaðu á ein framúr hátt at stuðla sínum deyvum børnum, so tey skuldu kunna hava eina so vanliga tilveru sum møguligt. Hermundur var eitt skifti bakari í Gøtu, og tá plagdi eg at hjálpa teimum við bókhaldinum. Hetta hevur styrkt kennskapin okkara millum. Hermundur er tann einasti av teimum deyvu í Mortanstovu, sum býr í Føroyum. Hann er í heila tikið ein av teimum elstu deyvu føroyingunum, sum hevur valt at verða í Føroyum. Hilmar Heinesen er eldri, nærkast teimum 100, og teir báðir hava verið ein eggjan til ung deyv til at verða verandi í

góð Føroyum, hóast lívið kanska hevði verið lættari í Danmark. Hermundur fekk nevniliga eina so óføra konu, Sólbjørg Mortensen av Argjum. Hon hevur verið hansara fremsta samband við umheimin sum tulkur. Børnini hava seinni eisini tikið við. Men nú er eisini ein væl útbygd almenn tolkatænasta, sum lættir nógv um hjá teimum avvarðandi. Tað sama er við tøkni, her nógv er hent við alnót og tílíkum. Hesi framstig hevur Hermundur stuðlað uppundir sum formaður, og eisini sum ein stovnari av Deyvafelagnum í 1972. Søgan um Hermund er ein lívsjáttandi søga. Hóast skerdur á einum so týdningarmiklum øki, hevur hann víst, at tað ber til at fáa eitt gott lív. Samstundis hevur hann skapt sær stóra virðing millum fólk. Tey bæði eiga fýra børn, Ann Mari, Conny, Jan og Petur. Abbabørnini eru 10 í tali. Góði Hermundur. Hjartaliga tillukku við teimum 70 árunum! Óli í Tjørnustovu

Greinin er tikin frá Sosialinum leygardagin 18. august 2007

 

Se familiegalleriet!