Hermundur í Mortanstovu 70 ár

Heilsan frá børnum við familjum

Vit vilja nýta høvi á henda hátt, at ynskja pápa, verpápa og abba okkara hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Babba var 2 ára gamal, tá lagt varð til merkis at hann einki hoyrdi. Við heimagjørdum teknmáli royndu tey at samskifta, og 8 ára gamal, varð hann noyddur at fara til Danmarkar á Deyvaskúla. Hann fekk fosturforeldur í Fredericia, men kom hvørt summar heim til familjuna í Gøtu at ferðast. Eftir lokna skúlagongd, fór hann í læru sum bakari, og kom aftur til Føroyar sum ein ungur maður. Hann fekk arbeiði hjá Frants Restorff. Skjótt bleiv hann forelskaður í damu av Argjum, og í 1961 blivu tey gift. Tey bygdu hús á Argjum, og fingu 4 børn. Tað sá kanska ikki so ljóst út fyri henda lítla deyva drongin, men tá vit hyggja eftir honum í dag, so er tað ikki smávegis hann hevur fingið burtur úr lívinum. Hann hevur ikki tíð at keða seg. Tað verið seg fótbóltur, ella ein túr til Leynavatn við tráðuni. Vit hava ikki tal á øllum málningunum hann hevur málað. So í telduna, har hann hevur samband við tey deyvu gjøgnum web-camera. Á tekst-varpinum fylgir hann við øllum sum hendir úti í heimi. Ja – sanniliga ein maður sum hevur mót uppá lívið. Fleiri munnu vera, sum hava hitt hann í Málingahandlinum, tá nýggjar gardinur skulu keypast, ella lakk skal blandast til bilin. Vit minnast aftur við gleði á løturnar, tá babba bygdi kassabilar og “hyttu” og gjørdi drekar til okkara. Stuttligt var tá vit skuldu uttanlands at ferðast. Nógvir km eru koyrdir í Danmark, Norra, Onglandi, ja heilt til Jugoslavia. Spennandi var at vera í Tivoli og í Lego­landi. Allarbest var tó at vera heima hjá okkum. Húsið var altíð fult av fólki, og tónleikurin rungaði. Ikki hoyrdi hann trummurnar og bassguitaran á loftinum, men altíð gleddist hann saman við okkum um tað. Vit vilja takka babba og mammu fyri eitt gott og trygt heim á Argjum. Takk fyri tykkara kærleika og fyri tykkara bønir fyri okkum og okkara børnum. Vit elska tykkum, og ynskja tykkum nógv góð ár framyvir. Hevur tú hug at heilsa uppá føðingardagsbarnið, ert tú vælkomin í Deyvahúsið í Havn leygardagin 18. august frá kl. 10 til 14 Børnini við fam.

Greinin er tikin frá Sosialinum leygardagin 18. august 2007

 

Se familiegalleriet!