Ársfrágreiðing 2005

Donsk versión 

Ensk versión

Starvsfólkini á DOOR Europe-Asia inntil oktober

Starvsfólkini á DOOR sum fóru, áðrenn DOOR fluttu til Teilands

Anne tegnaði myndirnar til Ávøkst Andans, sum er umtalað í Gal.5:22-23

Jan doypti ein danskan deyv Jørgen til Harran

Jan doypti Meifríð til Harran

Deyvasamkoman í Vilnius, Litauen

Deyvasamkoman í Pinsk, Hvítarussland

Páskastevna í Týsklandi, har eg undirvísti um lív Pæturs í forhold til Jesus

Yoshi, næmingur frá DOOR 2002-03 umsetir Bíbliuna til japanska teknmál í Tokyo

Ein brasilianari, Aya og Yoshi lovsungu á teknmál. Tey tvey síðstunevndu vóru næmingar frá DOOR 2002-03

 

Góðu náðisystkini!

Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Hann, sum hevur signað okkum við allari andaligari signing, í hinum himmalska, í Kristusi, eins og Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður, at vera heiløg og ólastandi fyri ásjón Síni! Tí í kærleika tilskilaði Hann okkum frammanundan at fáa sonakor hjá Sær við Jesusi Kristi, eftir fría ráði vilja Síns – náðidýrd Síni til prís, sum Hann fagnaði okkum við í hinum elskaða. Í Honum hava vit endurloysingina við blóði Hansara, fyrigeving syndanna – eftir náðiríkidømi Hansara, ” Ef.1:3-7.

Nú er árið 2005 skjótt liðügt, og vit hava sæð, hvussu Harrin hevur vælsignað okkum á øllum økjum í árinum, ið fór. Vit vilja fegin takka tykkum hjartaliga fyri tykkara forbøn og stuðul, at vit kunnu tæna Harranum ímillum tey deyvu. Tað gleðir okkum nógv at kunna fortejla tykkum, hvussu Harrin hevur signað okkum og tey deyvu.

Næmingarnir frá síðstu skúlaár endaði í juli aftaná 10 mánaðir og tey hava lært at kenna Orð Guds. Tey gjøgnumgingu ta sokallaðu CBS-skeið. (CBS = Kronologisk Bíbliu frásøgn). Tey fingu prógv fyrst í juli og fóru heim. Tey komu úr Føroyum, Týskland, Ungarn, Teiland og Malaysia, øll komu heim í øllum góðum, hóast ein úr Føroyum lesur víðari til ergoterapeut í Danmark.

    

       Næmingarnir á próvtøkudegnum 2005               Beiggi mín Hermundur kom og vitjaði okkum

Eg havi ferðast og vitjað deyv í Estland, Letland, Litauen, Japan, Hvítarusland, Danmark, Tjekkia, meðan kona mín saman við mær hava vitjað Týskland, Rumenia, Kanariska oyggjar (Gran Canaria, Fuerteventura og Lanzarote) og Danmark, bæði at fortelja um Harran og kunna um skúlan. Nøkur høvdu áhugað at koma til skúlan. Tað sæst í nøkrum støðum, at har er undirtrýst av hoyrandi í samkomunum og tey leingjast at læra meira um Orð Guds. Tey skiltu ikki nóg mikið í tey hoyrandi samkomum, har hoyrandi tolkur umsetir fyri teimum. Tað var eitt stórt upplivilsi fyri okkum at vitja ymisku lond og sóu hvussu stór tørvur er á undirvísing ímillum deyv. 

Í Japan upplivdi eg munandi mentan frá Vesturheiminum. Eg hitti ein føroying Elsu Huusgaard í Osaka, og vit vitjaðu ein deyvaskúla og evangeliseraði um Jesus til eina klassa av ungum deyv. Eg upplivdi eitt harð orðastríð við einum deyvum manni, sum meinti at tað finst fleiri vegir til Gud gjøgnum fleiri religiónir. Eg segði nei, og tað finst bara ein vegur til Gud, nevniliga Jesus Kristus. Eg spurdi hann um Buddha hevði grøtt ein deyv ella er uppreisn frá tey deyðu? Hann svaraði ikki, bara Jesus hevði grøtt ein deyv, og grøddu mong, og sjálv uppstóð Hann frá tey deyðu. Tí er Jesus ein veruleiki livandi. Eg vitjaði deyvasamkomurnar í Tokyo og Yamagata og upplivdi samveru við teimum. Tey nýta munandi teknmál enn vit kenna í Europa, men tað var áhugavert at læra tey at kenna.

    

Deyvaklassa á deyvaskúla í Osaka

    

Deyvasamkoman í Yamagata, Japan

Í Hvítarusslandi vitjaði eg tvær deyvasamkomurnar í tveimum býum, Pinsk og Minsk. Har var ein stevna í Minsk í 3 dagar. Eg upplivdi undirtrýst av hoyrandi, tá ið ein deyvur, sum hevur lært til teologi og hann skuldi verða pastor fyri deyv, men varð ikki viðurkent av hoyrandi! Sami persón skipaði hesa stevnu og bjóðaði øll deyv allastaðni frá Hvítarusslandi, men til seinast vrakaðu tey hoyrandi tann deyvi til at leiða stevnu til fyrimun fyri teimum. Tað var ein stór eyðmjúkt av teimum deyvu. Eg royndi at greiða til tey hoyrandi, at tey skulu geva deyvu frí til at leiða, men tey skiltu ikki rætt, hvat deyvu kann, tí Jesus hevur lovað at verða hjá teimum.

    

Á deyvastevnu í Minsk, Hvítarussland

Á Kanarisku Oyggjunum hava vit upplivað at deyv trúgvandi gav lykilin av deyvasamkomum til hoyrandi sama dag, vit komu. Í veruleiki gav hoyrandi teimum teirra egnu samkomu fyri tveimum árum síðani, og deyv hevur ofrað nógv og gjørt alt eftir teirra ynski, td. pall, ljósið blinkar fra talarstólinum, beinkir, kaffidiskur, kross og fleiri myndir. Men hoyrandi, sum býr í grannalagnum høvdu ikki sína samkomu, og tey spurdu deyv um at læna hølið og vildu halda gudstænastu saman, deyv ofraðu musikkanlegg til hoyrandi. Men hoyrandi yvirtóku alla tíðina og hindraðu deyvu, og deyv kundu ikki skipa nakað. Deyv uppgóvu og góvu lykilin til hoyrandi. Tey funnu eitt annað høli og tilbóðu Gud víðari, men nógv deyv vóru ring um hetta og leiðarin segði at tey skulu trúgva á Harranum, at alt skal ordnast. Fyri nakrir dagar seinni hoyrdu onnur samkomurnar at deyv vórðu skubbað av teirra høli. Tey innkallaðu hoyrandi leiðaran og koyrdu hann út av høli og gav lykilin aftur  til deyv. Deyv vórðu so lukkulig og glað yvir støðu, men musikkannleggið og ½ av teirra uppsparing er vorðin burtur. Tey kunnu fáa frí at prísa Harranum i egið høli og fyrigóvu tey hoyrandi. Hetta var ein sterk upplivilsi fyri okkum á Kanarisku oyggjunum, tey hava veruleika heita hjarta.

    

    

Deyv kristin í Las Palmas á Gran Canaria

Fyrst í mai mánað høvdu vit innmeldað umleið 20 deyv til skúlan, men seinni góvu fleiri avboð til skúlan niður til 8 deyv vegna nógvar trupulleikar relatiónir ímillum deyv og hoyrandi, sum ikki vilja stuðla teimum til skúlan. Skúlin var ov stór til tey 8 næmingar, og hetta vil geva dýrari í útreiðslum. Ovasti leiðarar fyri DOOR í USA avgjørdu at steingja skúlan í Ungarn og flutti skúlan til Teiland. Tessvegna er bíligari har enn í Ungarn. Eftir umhugsan og bøn avgjørdu vit at fara aftur til Danmarkar, sum hava brúk fyri okkum. Vit vilja takka øllum í DOOR eitt gott samstarv í farnu tíð, og vit gloyma teimum ikki, má Gud vælsigna teimum ríkliga í nýggja framtíðarbeiði teirra í Teilandi og núverandi í Kenya, India, Costa Rica og USA.

Vit upplivdu bæði mótvind og medvind á ymiskum økjum. Harrin er trúfastur við okkum og hjálpti okkum ígjøgnum, takk til Harrans góðu umsorgan fyri okkum. Seinast í oktober vórðu øll góðs fluttir til Danmarkar. Fyrst í november koyrdu vit frá Ungarn gjøgnum Slovakia, Tjekkia og Týskland. Vit vitjaðu deyv og uppmuntraðu teimum at arbeiða víðari fyri Harranum, fyri nøkur av teimum fekk trupulleikar. Endiliga komu vit heim 3. november, vit búgva hjá eina eldra deyv trúgvandi kvinnu í Herlev, Keypmannahavn, hon bjóðar okkum at búgva her so leingi til vit hava fingið eina íbúð fyri okkum sjálv.

Nú eru vit her í Herlev, Danmark. Vit eru við í tænastu ímillum deyvu í Keypmannahavn og Danmark. Vit hava hildið møtir hvønn sunnudag, og hildið bønarmøtir. Sera áhugavert er at deyvasamkoman í Keypmannahavn er altjóða, tí fleiri komu frá 10 ymiskum londum. 
Vit hava visiónir at skipa nakað her í Danmark eftir DOOR bíbliuskúla - ein Deyva Kristin Miðstøð, har vit kunnu hava egið høli, kaffistova, skrivstova, bíbliuumseting, bíbliuskeið o.a. Vit bíða eftir Harrans leiðslu fyri opnum dyrnar.

    

Deyvasamkoman í Keypmannahavn

Vit ynskja tykkum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár við tøkk fyri tykkara forbøn og stuðul og góðu umsorgan fyri okkum í farna árinum.

Tykkara í Harranum stóra og ævigu náði!

Anne og Jan Tausen Zachariassen

E-mail: jz@jan-anne-zach.dk

Heimasíða: www.jan-anne-zach.dk

Eg var á Zao fjøllunum við Yamagata, ein sjónupplivilsi av merkiligu snjófigurar av trøunum.

Deyvasamkoman í Tokyo

Donsk deyv vitjaðu okkum í Budapest

Deyv kristin í Ungarn vórðu doypt

Deyv kristin í Budapest

Smálamb í Ungarn

Smálamb varð dripið

Eg skar krov sundur

Jan og Henry Deller, deyvapastor í New York, vit hugnaðu óført á páskaveitslu og át lamb.

Jan og Anne á oyðumørkin á Fuerteventura

Vit upplivdu eld úr jørðinum á Lanzorete

Deyv kristin á Fuerteventura saman við okkum áðrenn vit sigldu til Gran Canaria

Deyv kristin í Las Palmas bíðaðu uttanfyri inntil durur varð opið

Hoyrandi tiptu træ í lásinum til deyvasamkomuna i Las Palmas, og deyv royndu at loysa træ burtu

Stýrið fyri DOOR Altjóða saman við okkum í Budapest

Stjórin fyri DOOR Altjóða Mike Buus og Camille Beckham tolkar

Ársfundur fyri øll DOOR skúlum frá Kenya, Indiu, Costa Rica og USA í Budapest

Anne og eg á ovasti á Gran Canaria 1948 metrar hædd, i bakgrundini langt sæst Tenerife yvir 3000 metrar

Okkara góðs vórðu í lastbilinum á veg til Danmarkar, fleiri komu og hjálptu okkum, hjartaliga takk!

Okkara starvsfólk Andrea við hennara fámilju áðrenn vit fóru úr Ungarn

Vit búðu hjá Hajnalka og Paul í Budapest, táið íbúðin var málað í stand

Okkara starvsfólk fámiljan Sorenson fluttu til Teilands, takk fyri gott samstarv!

Arun, Melissa og Julia fluttu eisini til Teilands, takk fyri gott samstarv!

Vit vitjaðu Viktor og Lubka í Bratislava, Slovakia

Vit vitjaðu deyv kristin í Tjekkia

Vit vitjaðu deyv kristin í Tjekkia

Eg vitjaði Deyva Kristin Legu í Tjekkia, sum skipaðu fyri deyv børn

 

Mín elskaði bróður Zacharias, sum leiddi
meg til Harran, fylti 70 ár í august

Bíða eftir myndina, og trýsta á myndina,
so sært tú lovsong á teknmáli