Ársfrágreiðing 2007

Donsk versión

Ensk versión

Biðið fyri Danmark

Tað er okkurt 4.500 deyv í Danmark, sum nýta teknmál, men tað finst fleiri tunghoyrdir, okkurt um 20.000, sum duga eitt sindur teknmál!

Tað eru 4 deyvasamkomur í Danmark, Keypmannahavn, Vejle, Fredericia og Kolding.
Vit byrja Århus fyri eyga.

 

Góðu náðisystkin!

“Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, sum eftir stóru miskunn Síni hevur endurføtt okkum til livandi vón við uppreisn Jesu Krists frá hinum deyðu - til óforgeingiligan, ódálkaðan og ófølnandi arv, sum tykkum er goymdur í Himlunum, tykkum, sum við kraft Guds eru varðveitt við trúgv til frelsu, sum er til reiðar at verða opinberað á síðstu tíð!” 1.Pæt.1:3-5

Tey fyrstu mánaðir vóru vit í Litavia og í Føroyum. Vit vitjaðu samkomurnar runt í Føroyum og fortaldu um okkara arbeiði her í Danmark og í ymiskum londum. Vit vitjaðu eisini tey deyvu í Føroyum og fingu høvi til at halda møti fyri teimum. Tað var altíð gleðiligt at hitta tey, sum vit høvdu ikki sæð í nógv ár.

Í vár vóru vit í Onglandi og vitjaðu miðstøðina hjá Wycliffe bíbliu-týðarunum eftir innbjóðing av DOOR-International. Vit vóru boðin til samrøðu um bíbliutýðing við tí endamáli at tey deyvu fáa orð Guds, bíbliuna, á teknmáli. Har vóru okkurt um 50 luttakarar úr ymiskum londum. Vit vóru bara 4 deyv ímillum øll tey hoyrandi. Tey bóðu meg vísa sær, hvussu orð Guds verður umsett til teknmál. Tað gjørdi eg og vísti teimum tað. Tað var spennandi. Leiðararnir í SIL-felagsskapinum (ein grein hjá Wycliffe) hava tosað við okkum um framtíðarætlanir teirra í Danmark. Eftir at hava tosað um viðurskiftini, komu vit til tað úrslit, at tørvur er á minst 5 fólkum til hetta bíbliutýðingararbeiði. Hetta merkir, at vit mugu bíða í nøkur ár til vit finna nøkur, sum hava áhugað fyri slíkum arbeiði. Men vit vórðu serliga stimbrað av teimum at halda fram at arbeiða við bíbliutýðing, sum eisini er okkara hjartamál.

Í summar vóru vit í Madrid í Spaniu í sambandi við eina WFD-Kongress (Heimsfelagsskapur teirra deyvu), har okkurt um 10.000 deyv úr ymiskum londum vóru savnað. 40 deyv trúgvandi úr 7 londum vórðu kallað av Harranum til at evangelisera millum øll hesi deyvu. Vit leigaðu ein bás hjá WFD og eina kaffistovu til endamálið. Vit fingu samband við mong deyv úr øllum heiminum, og býttu út dvd-fløgur, traktatir og tosaðu við mong teirra. Fleiri vitjaðu kaffistovuna og fingu drekkamunn og smákøkur. Vit vístu ein andaliga film, høvdu drama og annað. Eg upplivdi at tosa við nakrar muslimar, jødar og ateistar. Ein teirra bleiv frelstur og 5 deyv umhugsa teirra andaligu støðu.

Nøkur teirra hava leitað eftir deyvum trúgvandi, funnu tey og vóru glað. Harrin veit um hetta verk, um traktatirnar og dvd-fløgurnar, sum vóru býtt út millum teirra og sum tey fóru heimaftur við kring heimin, har tey búgva. Sáðið, orð Guds, vendir ikki tómt aftur. Biðið fyri teimum. Formenninir fyri deyvasambandið í Marokko og Iran vóru so blíðir við meg, og fingu lesnað og dvd-fløgur heim við sær til tey deyvu har.

Aftan á Spaniatúrin vóru vit í Gran Canaria, har deyvasamkoma er við 40 deyvum trúgvandi, sum bjóðaðu okkum at vitja. Eg havi talað fleiri ferðir har fyrr. Harrin hevur ríkliga signað.

Vit hava eisini vitjað í Tenerife. Har er bara ein trúgvandi deyv kvinna frá Venezuela. Eg hitti ein deyvan kokk har frá Bulgaria, og hann var so blíður at vísa okkum runt í Tenerife. Eg royndi at fortelja honum um Jesus.

Vit hava fingið loyvi at læna Glostrup Frikirke til ymiskt tiltøk, eitt nú bíbliuskeið hvørt mikukvøld og hóskvøld, og Opið hús fyrsta leygardag í hvørjum mánað. Annars hava vit møti hvønn sunnumorgun á Nørrebrúgv. Vit vitja eisini í Vejle hvønn seinasta sunnudag í hvørjum mánað. Nú ætla vit víðari til Århus hvønn síðsta leygardag í hvørjum mánað. Biðið fyri hesum tiltøkum, at Harrin vil vitja og virka í teimum deyvu.

Vit koma í samband við mong deyvum, sum hava trupulleikar, t.d. eina kvinnu, sum leið av undirlutakenslu, tí hon dugir ikki at lesa orð Guds og helt at hon tí ikki slapp heim í Himmalin. Vit hava roynt at hjálpa henni at fáa trúarvissu o.s.fr., og at greiða henni frá, at Harrin krevur ikki nakað av henni, uttan bert einfalda trúgv á Harran Jesus Kristus. Tøkk fái Harrin, at hon kemur til hvønn bíbliutíma at hyggja, hvussu eg greiði frá orði Guds á teirra egna móðursmáli – teknmálinum.

Vit hava fingið útvegað eitt sera gott videokamera, so vit kunnu taka upp allar bíbliutímarnar og søgurnar og gera enn fleiri dvd-fløgur til útláns.

Vit takka eisini fyri gávurnar, vit hava fingið úr Føroyum til eini deyvatrúboðarahjún í Mongolia, sum nú hava bygt teirra nýggja heim. Tey hava fingið teirra triðja barn, og kundu flyta inn í teirra nýggja heim, og noyddust ikki at fara aftur í teirra tronga og ótolnandi tjald. Tey bóðu okkum heilsa tykkum og siga so stóra og hjartaliga tøkk fyri stuðul tykkara. Vit tosað av og á saman við teldu og webkamera. Harrin hevur signað tey ríkliga.

Tey deyvu í Barcelona í Spania hava bjóðað okkum at taka lut í eini legu fyri deyv frá 6.-9. desember. Okkurt um 90 deyv hava teknað seg til leguna. Biðið fyri okkum.

Fyri nakað síðani var eg hjá lækna og varð skorin í høgru hond fyri eina nerv, sum lá í klemmu. Eg eri frískur nú, men ikki so sterkur í hondini, sum fyrr. Vinstra hond skal eisini viðgerast fyrst í februar.

Anne fer til MR-skanning fyri knæið síðst í januar. Annars hava vit tað gott, og vit vilja heita á tykkum inniliga at biðja fyri okkum, at arbeiði okkara skal ikki vera til fánýtis, men til stóra og ríka signing fyri tey deyvu.

Vit takka fyri allar bønir, forbønir og fíggjarliga stuðul til arbeiði okkara. Harrin signi tykkum ríkliga. Vit ynskja tykkum eini gleðilig jól og takka fyri árið, ið skjótt er farið, við bestu ynskjum um eitt gott og signingarríkt nýggjár við mongum nýggjum avbjóðingum.

Tær bestu heilsanir frá

Anne og Jan Tausen Zachariassen

E-mail: jan@jan-anne-zach.dk
Heimasíða:
www.jan-anne-zach.dk

Deyvasamkoman í Keypmannahavn

Sí myndirnar frá:

Litavia

Føroyum

Týsklandi

Onglandi

Evangelisatión - WFD

Gran Canaria

Tenerife

Girona, Spaniu

 

Sí video:

Jólamaðurin ella Jesus?

DVD-flogur, sum vóru útbýttar í Spaniu

Evangeliið

Sí myndirnar frá Mongoliu:

Føroyar og Danmark hava stuðlað

 

Anne teknaði myndirnar
til Ávøkst Andans, sum er umtalað í Gal.5:22-23

 

Mín elskaði bróður Hermundur,
sum gjørdi
meg nógvan vit í uppvøkstrinum,
fylti 70 ár í august

Mín elskaði bróður Zacharias, sum  hevur leitt meg til Harran, hevur tulkað fyri meg á fleiri samkomunum í Føroyum, stóra tøkk fyri!

Mín elskaðí bróðursonur Petur,
sum hevur óføra tulkað fyri mær í Betesda og Ebenezer. Eg kendi meg frían at tala út frá hjartanum.